Skeið í WordPress

Nær?

2. september 2026

Hvar?

Heiðavegur 27, Saltangará

Tilmeldingarfreist

26. august 2026

Kostnaður

2.500,- u/MVG pr. persón

Luttakarar

Maks. 12

Krav

Hav teldu við

Skeiðið er ætlað tær, sum hevur lítlar ella ongar royndir við WordPress, ella sum ikki arbeiðir regluliga við WordPress og tí hevur tørv á at fríska grundleggjandi vitan upp.

Hetta er eitt praktiskt skeið, har tú arbeiðir beinleiðis við tíni egnu WordPress-heimasíðu. Vit fara stig fyri stig ígjøgnum tær mest vanligu uppgávurnar, so tú verður tryggari í at dagføra og umsita heimasíðuna.

Tú lærir millum annað at stovna og rætta síður, leggja tekst, myndir og video inn, arbeiða við blokkum, seta formularar upp og installera plugins. Vit fara eisini ígjøgnum grundleggjandi stillingar og vísa tær, hvussu tú finnur teg til rættis í WordPress.

Undirvísararnir taka sær góðar stundir at hjálpa hvørjum einstøkum luttakara. Tú fært tí eisini høvi at arbeiða við ítøkiligum spurningum og avbjóðingum á tíni egnu heimasíðu og fáa hjálp til júst tað, tú hevur tørv á.

Vit vænta, at tú hevur eina WordPress-heimasíðu, sum tú hevur atgongd til og kanst arbeiða við undir skeiðnum. Hav tí teldu og innritingarupplýsingar við.

Tú lærir

Finn teg til rættis í WordPress

Tú lærir at brúka umsitingarskipanina í WordPress og gera grundleggjandi stillingar, so tú lættari kanst arbeiða við heimasíðuni.

Legg inn tilfar, myndir og video

Tú lærir at stovna og rætta síður og innlegg og at leggja tekst, myndir og video inn á heimasíðuna.

Bygg síður við blokkum

Tú lærir at brúka Gutenberg-blokkar til at seta upp einfaldar og væl skipaðar síður á heimasíðuni.

Set formularar upp og arbeið við plugins

Tú lærir at stovna einfaldar formularar og at installera og umsita plugins, sum geva heimasíðuni fleiri funktiónir.

Skráin

08:30 - 09:00

Morgunmatur og vælkomin

09:00 - 10:00

Umsiting av WordPress (stillingar, myndir og video, brúkarar og plugins)

10:00 - 10:15

Kaffi

10:15 - 11:00

Uppseting av formularum

11:00 - 12:00

Blokkar og tilfar til heimasíðuna

12:00

Døgurði

Skeiðshaldarar

Helgi Øster Petersen Helgi Øster Petersen

Helgi Øster Petersen

Forritari

Helgi hevur 15 ára royndir við WordPress og hevur bæði ment og umsitið eina røð av heimasíðum. Hann hevur staðið fyri menningini av fleiri heimasíðum hjá Lunnum og hevur drúgvar royndir við at undirvísa í WordPress, bæði í Føroyum og í Danmark.

Levi á Torkilsheyggi Levi á Torkilsheyggi

Levi á Torkilsheyggi

Verkætlanarleiðari

Levi er útbúgvin á markamótinum millum tøkni, snið og brúkbæri og hevur arbeitt við WordPress í meira enn 12 ár. Levi veit, hvussu skipanin kann gerast einføld og greið hjá brúkaranum at umsita. Levi hevur staðið fyri stórum parti av WordPress-undirvísingini hjá Lunnum og dugir væl at greiða frá á ein praktiskan og lættskiljandi hátt.


Melda teg til skeið