Fólkini handan skíggjan

Vitjaði tú hesa heimasíðuna í 2015, hevði tú bara sæð 3 spentar forritarar, sum júst høvdu sett spf. Lunnar á Stovn.


Nógv er hent síðan tá. Í dag er Lunnar ein størri hópur av serfrøðingum inn snið og forritan, sum loysa alskyns talgildar uppgávur fyri føroyskar fyritøkur. Men spyrt tú stjóran, brúka vit alt ov nógva tíð uppá at spæla borðfótbólt ella práta rundan um kaffimaskinuna. Og yvirhoyrir tú prátið, og tað ljóðar sum, at vit tosa í kodum … so er tað helst eisini, tí at vit tosa um kodur.

Kanska tú?

Vit fáa javnan tørv á fleiri fólki, so ligg framvið og send okkum eini boð á hey@lunnar.fo.

Og ert tú annars í holt við eina hægri útbúgving og kundi hugsað tær praktikkpláss hjá okkum, ert tú eisini vælkomin at taka prátið upp.